Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Konsert við luttakarunum frá Tónleikakapping Berlingske



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.06.2018 - 17:10

Mentan > Mentan > Konsertir

Á konsertini handar Toke Lund Christiansen, høvuðsdómari í kappingini, premiur til luttakararnar.

Tónleikakapping Berlingske var hildin á fyrsta sinni í 1972. Kappingin hevur altjóða viðurkenning og støði er høgt. Kappingin hevur tvinni endamál, har námsfrøðiliga sjónarhornið spælur týðandi leiklut umframt vanliga kappingarelementið. Kappingin er skipað við premium, har gullmedalja og talentprísur er hægsti heiður

Í meir enn 20 ár hava luttakarar úr Føroyum tikið lut. Yvirhøvur hava føroyingar klára seg væl, og tvær ferðirhava føroyingar fingið gullmedalju og talentprís. Hesir vóru Dávur Juul Magnussen, trombone og Rúni Hentze, trompet.

Kappingin er í dag blivin so stór, at upptøkuroynd verður hildin frammanundan. 100 musikkskúlanæmingar kappaðust hesaferð, og 8 føroyingar sluppu við. Sum nakað nýtt, so valdi Augustinusgrunnurin at stuðla føroyska ferðaliðnum í ár, og hevur váttað at gera tað sama komandi tvey árini. Hetta sum viðurkenning av støðugu luttøkuni og góðu úrslitunum, sum føroysku luttakararnir hava víst hesi árini.

Luttakararnir í ár vóru:

Jens Andrias Dam, kontrabass

Anna Birna Bjarnastein Restorff, violin

Kristianna Skarpheðinnsdóttir Joensen , akkordeon

Hannes Gotfred Dam, guitar

Nancy Nónskarð Dam, violin

Sigrið Finsdóttir Hansen, kontrabass

Jóanna Ridao Wang, violin

Vár Lindenskov Iversen, cello

Og hesi fara á konsertini framføra somu stykkir, ið tey høvdu við til kappingina.

Musikkskúlaskipanin