Christianskirkjan (Mynd: Dávur Winther)

Konsert við næmingum í Miðhøllini á Skúlatrøð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

23.05.2018 - 18:12

Mentan > Mentan > Konsertir

Nú nærkast endanum av hesum skúlaári og næmingarnir skulu framføra nakað av tí, tey hava lært og vant í vetur. Nakrar konsertir hava verið í Býráðshøllini og næmingarnir hava vitjað ellis- og røktarheimini, har tey hava spælt fyri búfólkum og starvsfólkum.

Á konsertini hóskvøldið spæla ymsir bólkar, Flykra, sum eru tvørfloytur, cello og klaver, Norðstjørnan (blokkfloytur, tvørfloytur, guitar, bass, klaver og trummur), Norðanvindar, (blásarar og klaver), tvørfloytubólkur, strúkarar og klarinettir. Eisini spæla klavernæmingar.

Mikukvøldið 30. mai luttaka næmingarnir eisini á konsert saman við Nes Sóknar Musikkfelag í Glyvra kirkju og í sambandi við Norðoyastevnuna verður konsert í Christianskirkjuni fríggjakvøldið 1. juni.

- Klaksvíkar Tónlistaskúli