Konsert við Siloakórinum í annaðkvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

20.05.2018 - 17:30

Mentan >

Tað er mestsum vorðið siðvenja, at Siloakórið í Fuglafirði býður til konsert hesa ársins tíð, áðrenn farið verður í summarfrí.

Í ár verður heldur ikki nakað undantak.

Kórið hevur konsert í Siloa 2. hvítusunnudag, tann 21. mai klokkan 19. Á skránni eru sangirnir, tey hava vant hetta seinasta árið. Hetta eru fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum – teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, ið syngja saman við kórinum.

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.