Frá konsetini í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Konsertin mátti steðgast í fjør: Nú kemur hon aftur á Vágsbø

Sverri Egholm

16.05.2017 - 22:47

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Hon hevur áður sungið saman við countrylegenduni Bobby Bare og í fjør mátti konsertin stegðast, tí tað fór at regna inn á pallin og tøknin sveik.

Men nú sleppur hon aftur at royna seg. Kristina Bærendsen verður við á Summar Festivalinum í ár, og hon fer at spæla leygardagin.

Kristina Bærendsen er millum landsins bestu songkvinnur, og sum tulkari av country- og gospelsangum er hon framúr. Hon er væl umtókt bæði í Føroyum og í grannalondunum. Fyrr í ár luttók Kristina í íslendska Grand Prixnum við sera vøkrum countrypoppsangi, og fyri kortum framførdi hon í Danmark.

Hon kemur á Summar Festivalin við fullari manning, og lagt er upp til eina framúr seinnapartskonsert á Vágsbøi við dugnaligu songkvinnuni, siga fyriskipararnir.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august.

Sí eisini: Video: Kristina Bærendsen framførir í oysandi regni á Summarfestivalinum