Konsertir í Leirvík og Havn

Ingi Samuelsen

15.06.2017 - 07:03

Mentan > Tónleikur > Klassiskt/moderna

Í samband við summartónar fara Moniku Stauss Joensen á violin og Gudmund Mortensen á orgul, aftur í ár , hava tvær konsertir.

Tann fyrsta er hóskvøld 15. juni í Leirvíkar kirkju. Hin konsertin verður ein matiné fyrrapartin leygardagin 17. juni í Havnar kirkju. Fyrra konsertin er flutt frá Gøta til Leirvíkar.

Monika og Gudmund fara at framføra saman sonatu í B-dur fyri violin og orgul av Giuseppe Tartini og Adagio úr E-dur sonatuni av J.S.Bach. Haraftrat framføra Monika og Gudmund forvitnisliga tónleikasøgan “Die Arche Noah” av Markus Frank Hollingshaus. Hetta man vera fyrsta ferð, at hetta blívur framført á føroyskum oyggjunum. Gudmund fer eisini at frumframføra eitt orgulverk sum Atli Petersen hevur skrivað til júst hesa konsertirnar.