Konsertstaðið undir liðini á Edinburgh Castle skal nýgerast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

20.06.2017 - 17:58

Tíðindi > List > Byggilist

Teir mongu føroyingarnir, ið á hvørjum ári leggja sær leiðina fram við Edinburgh, hava nakað at gleða seg til, arbeitt verður í løtuni við at leggja lunnar undir arbeiðið at skifta út kenda, men gamla og illa farna, Ross Bandstand konsertstaðið í Princes Street Gardens.

Sjey arkitektalið úr øllum heiminum eru á endaliga listanum yvir uppskot, um hvussu konsertplássið undir liðini á Edinburgh Castle skal síggja út.

Býráðið í Edinburgh hevur gjørt av at lata ein grunn taka yvir menningini av Princes Street Gardens og tilhoyrandi verkætlan, og eftir ætlan skal alt vera liðugt longu við árslok í 2019. Samlaða verkætlanin fer væntandi at kosta 25 mió. pund.

“Konsertstaðið” við tilhoyrandi áskoðaraplássum er frá 1877, meðan núverandi pallur við tilhoyri er frá 1935. Tað var skotski whisky ídnaðarharrin William Henry Ross, ið av fyrstani tíð lat býnum pallin, og av tí sama er gjørt av, at nýggja staðið skal eisini uppkallast eftir honum.

Sí visualiseringarnar av seinastu sjey uppskotunum niðanfyri.