Kópakonur til bestu leikararnar í HM/EM undankappingini

Steinar Patursson

24.05.2016 - 10:56

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Vanligt er at velja bestu leikararnar eftr hvørja kapping, og í hesum sambandi hevur Flogbóltssamband Føroya avrátt, at eisini í undakappingini til HM/EM skulu bestu leikarar kjósast.

Í tí sambandi hevur Flogbóltssamnbandi vent sær til Olivur Thomsen frá Kópakonubólkinum fyri at vita, um til bar at fáa standmyndir av kópakonuni at lata sum heiðursgávu til teirra, ið verða kosin bestu leikarar.

Hugskotið eydnaðist væl, og í samstarvi við Bernhard Hammer í Norðagøtu varð arbeitt víðari við tí.

Bernhard Hammer, sum til gerandis arbeiðir við gróti, gjørdi ein vakran kneysa til standmyndina, eins og hann litaði kópakonuna við kopari.

- Ein sera vøkur gáva, sum øll eru samd um, er ein heiðurlig gáva til bestu leikararnar í HM/EM kappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum, sigur Flogbótssambandi um heiðursgávurnar.

Fleiri heiðursgávur skulu latast, tí bestu leikarar skulu veljast í ymsu leiklutunum á vøllinum:

Hesi leikarar verða kosnir:

Besti leikari í kappingini – Latið: Tórshavnar Kommuna
Besti hevari - Latið: Fuglafjarðar Kommuna
Besti diagonalur - Latið:
Sørvágs Kommuna
Besti álopsleikari - Latið: Vága Kommuna
Besti miðblokkur - Latið:Nes Kommuna
Besti libero - Latið: Tvøroyrar Kommuna

Besti føroyski leikarin: Latið:Klaksvíkar kommuna