Koppaði til Ísrael

Sverri Egholm

13.05.2018 - 00:03

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Ísrael vann í kvøld Eurovision fyri fjórðu ferð.

25 ára gamla Netta, sum framførir fyri Ísrael hevur verið favorittur hjá veddingarfyritøkunum í fleiri mánaðir og í kvøld eydnaðist hjá henni.

Hon vann við sanginum "Toy", sum snýr seg um #meetoo rørsluna og eisini um happing.

Hetta er fyrsti sigur hjá Ísrael síðani Dana International vann við "Diva" í 1998.

Atkvøðugreiðslan var sera spennandi og atkvøðurnar frá hyggjarunum koppaðu sigurin til Ísrael. Annars var tað Eysturríki, sum lá á fyrsta plássi aftaná at dómsnevndirnar høvdu atkvøtt.

Danmark endaði á níggjunda plássi.