(Mynd: Sverri Egholm)

Koppaði til Kyndil í fyrru hálvfinaluni

Sverri Egholm

08.02.2018 - 21:41

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað kundi farið báðar vegir, men tað var Kyndil, sum fór avstað við øllum til síðst í spennandi hálvfinalu á Hálsi í kvøld.

Ferðin var høg millum Kyndil og VÍF í kvøld, og eingin ivi var um, at bæði liðini vilja í stóru finaluna um eina góða viku.

Tað var tó VÍF, sum fekk betru byrjanina, og tá smaír 20 minuttir vóru leiktir vóru vestmenningar á odda 10-7. Spakuliga ótu kyndlamenn seg inn á leiðsluna hjá vestmenningum og í hálvleikunum var støðan 15-14 til útiliðið.

Í seinna hálvleiki gekk meira javnt fyri seg og dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn í síðstu minuttunum.

Tá tríggir minuttir vóru eftir var javnt 25-25, og tá Andrias Eriksen hjá VÍF varð vístur út skrædnaði hjá vestmenningum.

Kyndil vann dystin 28-25, og hevur sostatt fyrimun tá liðini hittast aftur sunnudagin.

Kyndil - VÍF (28-25)



beint nú