Koppur & Kanna í Føroyum besti handilin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.04.2018 - 21:20

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Í morgin og í ovurmorgin er tað danska leiðslan í Kop & Kande, sum tekur sær av handlinum Koppur & Kanna hjá Ide Møblum á Hálsi.

Hetta er tí, at Koppur & Kanna hevur luttikið í einari kapping millum allar Kop & Kande handlarnar, har kappast var um at skapa størsta vøksturin umframt betri kundanøgdsemi.

Høvuðsvinningurin var ein ferð til Lissabon í Portugal fyri starvsfólkini í tí handlinum sum vann kappingina, og tann túrurin verður gjørdur nú.

Donsku starvsfólkini gleða seg til at møta føroysku kundunum og geva teimum eina eyka uppliving við til dømis eyka góðum tilboðum, sigur Ide Møblar.

Føroyski handilin vann upp á bestu sølu og bestu tænastu. Koppur & Kanna hevur somu vørur og somu prísir sum allir hinir Kop & Kande handlarnir.

Kop & Kande hevur næstan hundrað handlar í Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum við umleið 550 útbúnum starvsfólkum, sum altíð eru tilreiðar at vegleiða viðskiftafólkini.