(Mynd: DR)

Koreanska íshokkilandsliðið fekk ringa lagnu

Ari av Rana

20.02.2018 - 11:55

Ítróttur >

Felags íshokkilandsliðið hjá Norður- og Suðurkorea tapti allar sínar fimm dystir við Vetrar-OL í Pyeongchang í Suðurkorea.

At Norður- og Suðurkorea stillaðu upp við felags íshokkilandsliði vakt stóran ans kring heimin. Hóast støðan millum londini er sera spent, avgjørdu londini at ganga saman, tá leikirnir vórðu settir, og at hava felags landslið í íshokki fyri kvinnur.

Úrslitini vórðu tó eingi at fegnast um. Íshokkiliðið tapti síðsta dystin 1-6 móti Svøríki, í dystinum um sjeynda plássi. Koreanska felagslandsliðið tapti tí allar sínar fimm dystir, og endaði á aftasta plássi.

Hetta var næstu ferð, at koreanska felagslandsliðið spældi móti Svøríki, sum vann fyrra dystin 8-0. Koreansku kvinnurnar megnaðu at skora tvey mál í kappingini, skrivar DR.

Liðið hevur kalla seg fyri Korea undir leikunum, og stillaðu upp undir felags flaggi. Sangurin Arirang hevur virkað sum tjóðsangur fyri liðið.Fyrrverandi OL-gullvinnari og núverandi limur í Altjóða Olympisku Nevndini, Angela Ruggiero, sigur at hetta hevur uppiborið, at koreanska liðið verður skotið upp til Nobel friðarheiðurslønina.