Donald Trump vísir skjalið fram (Mynd: EPA)

Koreanska hálvoyggin verður avdubbað fyri kjarnorkuváp

Oda Strøm

12.06.2018 - 09:20

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norðurkorea staðfestir nú, at tey fara at arbeiða fram ímóti at koreanska hálvoyggin verður uttan kjarnorkuvápn.

Tað stendur m.a. í skjalinum, sum amerikanski forsetin Donald Trump og norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un hava undirskrivað fyrr í morgun.

Skjalið er ikki blivið almannakunngjørt enn, men teksturin kann lesast á myndum, sum eru tiknar av skjalinum, tá Trump vísti tað fram fyri miðlunum.

Amerikanski forsetin fer at gera viðmerkingar til skjalið seinni, men kallar tað "týdningarmikið" og "umfatandi".

Fleiri útlendskir miðlar hava almannakunngjørt undirskrivaða skjalið í fullari longd.

Í skjalinum stendur m.a., at nýggj sambond skulu gerast millum USA og Norðurkorea, og USA skal veita Norðurkorea trygdargarantiir - t.d. við at steðga við at luttaka í hernaðarvenjingunum saman við Suðurkorea.

Eisini skal varandi og stabilur friður verða, og krígsfangar fingnir heim.

Kim Jong-un sigur sambært DR, at talan er um eitt søguligt skjal, og at USA og Norðurkorea hava avgjørt at lata fortíð vera fortíð og heldur hyggja frameftir.

Í skjalinum staðfesta teir:

  1. USA og Norðurkorea binda seg til at skapa nýggjar relatiónir í samsvari við ynskinum um frið og framgongd hjá íbúgvunum í báðum londunum.
  2. USA og Norðurkorea fara at ganga saman í felag fyri at skapa varandi og stabilan frið á norðurkoreansku hálvoynni.
  3. Norðurkorea váttar Panmunjom-kunngerðina frá 27. apríl um at arbeiða fyri einari fullkomiligari kjarnorkufríari koreanskari hálvoyggj.
  4. USA og Norðurkorea binda seg til at fáa krígsfangar hjá hvørjum øðrum heim.