Kórið Sólarmagn á palli í Auluni í Finsen 17. desember 2018

Kórið Sólarmagn fjølbroytta várkonsert í Havn og Vestmanna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

08.05.2018 - 08:17

Mentan > Mentan > Tónleikur

Kórið Sólarmagn fer saman við royndum sangarum úr ymiskum føroyskum kórum at hava tvær konsertir við sera fjølbroyttari sangskrá hesa vikuna. Tann fyrra konsertin verður Kristi himmalferðardag 10. mai kl. 16 í Auluni í Finsen í Havn. Hin seinna konsertin verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 13. mai kl. 16.

Tað er navnframi kórleiðarin Ólavur Hátún, ið stjórnar kórinum Sólarmagn, og sum í vetur hevur vant eina sera fjølbroytta skrá saman við kórinum. Kórið vil við hesi skrá heilsa várinum vælkomnum, við bæði føroyskum og útlendskum fagnaðarverkum. Millum lag- og satssmiðirnar teljast J. Waagstein, Knút Olsen, Leif Hansen, Kári Bæk, Edvard Grieg, Vagn Holmboe, Mendelson-Bartholdy, Jón Ásgeirsson og W.A. Mozart.

Umframt føroysku løgini eru norsk, svensk, donsk og íslendsk løg á skránni, og sangur á týskum, enskum og latínskum máli.

Á konsertini verða eisini framførd verk, har royndir tónleikarar hava fylgispæl. Til kenda lagið To Be or Not To Be eftir Leo Mathisen fer Magnus Johannesen at hava fylgispælið, og til verkið Sancta Maria eftir W.A. Mozart fara Monica Staus Joensen, Annette Nielsen, Jón Festirstein og Tóri Restorff Jacobsen at hava fylgispælið.

Kórið Sólarmagn, sum varð stovnað í 2000, er upprunaliga mannað við fólki úr bygdunum Kirkjubø og Velbastað. Í vetur hevur kórið vant saman við royndum sangarum úr øðrum føroyskum kórum, og Ólavur Hátún hevur staðið fyri venjingunum. Kórið hevði tvær væleydnaðar jólakonsertir í desember mánaði í fjør, og hevur nú sett sær fyri at enda hetta sangárið við tveimum várkonsertum í Havn og í Vestmanna.

Fyrra konsertin verður í Auluni í Finsen Kristi himmalferðardag 10. mai kl. 16.00. Seinna konsertin verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 13. mai kl. 16.00.

Atgongumerki til konsertina í Finsen Kristi himmalferðardag kunnu keypast í forsølu á heimasíðuni reinsariid.fo og við dyrnar.