Mynd: Jens Kr. Vang

Kostar 23 milliónir krónur at leingja útbyggingina av Landssjúkrahúsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

09.02.2017 - 18:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Tað kostar 23 milliónir krónur at leingja útbyggingina av Landssjúkrahúsinum trý ár, so hon verður liðug í 2021.

Hetta veit Kringvarpið at siga í dag.

Kringvarpið sigur hesum viðvíkjandi, at verkætlanarleiðslan kostar fimm milliónir krónur frá 2019 til 2021, og at sparingar samstundis eru gjørdar, bæði tá verkætlanin varð gjørd, og eftir at tilboðini komu. Í samráðingum hjá Landsverki við byggifelagið, sum skal gera arbeiðið, eru spardar sjey milliónir krónur.

KVF vísir á, at tá verkætlanin varð gjørd, minkaði seingjartalið í psykiatriska deplinum úr 30 niður á 24. Økið til endurvenjing minkaði 1100 fermetrar. Annars gera sparingarnar, at rúm eru vorðin minni, sigur KVF at enda.

Grein uppdaterað: 21.38 - 09.02.2017