Koyra ov skjótt: Fýra klipp og ein frádøming



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 11:14

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ansa eftir ikki at koyra ov skjótt, tá tú koyrir fram við skúlunum í Tórshavn. Hægst loyvda ferðin er 30 km/t.

Tað er nokk tey fægstu, ið hava varnast, at ferðaavmarking er í eini sonu kring allar fólkaskúlarnar í høvuðsstaðnum, og har er ikki loyvt at koyra meira enn 30 kilometrar um tíman. Tað vil siga, at koyrir tú meira enn 16 km/t yvir ferðamarkið – altso 46 km/t – so merkir tað klipp í koyrikortið.

Tað fingu fýra bilførarar at merkja í morgun. Teir vórðu skrásettir fyri at hava koyra meira enn loyvt er í økinum við Sankta Frans skúla – einini nevndur Nunnuskúlin. Ein fimti bilførari koyrdi so mikið skjótt, at hann fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Ferðsluløgreglan hevur í seinastuni gjørt mátingar av ferðsluni kring skúlarnar í Havn, og kanningin vísir, at bilarnir als ikki halda ferðahámarkið. Nú er ferðsluløgreglan so farin undir at skráseta allar bilførarnar, sum ikki halda ferðina, upplýsir vaktleikarin á politistøðini.