Ivan Basso og liðskipari hansara, Alberto Contador (Mynd: EPA)

Krabbamein noyðir Basso úr Tour de France

Steinar Patursson

13.07.2015 - 15:10

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Italienski súkklarin Ivan Basso (Tinkoff-Saxo) er givin í Tour de France, skrivar Jyllands-Posten í dag.

Basso var í einum døtti á 5. teini og hevði aftaná døttin pínu í ørðum steininum.

Eftir samráð við læknan avgjørdi hann at fara á sjúkrahús at verða skannaður, og myndirnar vístu ein lítlan knykil á øðrum steininum.

Basso er sostatt farin úr kappingini og heim til Italia, har hann verður lagdur undir skurð.

Orsaka av ringu tíðindunum vilja hinir súkklararnir hjá Tinkoff-Saxo ikki úttala seg um nakað, ið hevur við súkklingina at gera, nú Tour de France hevur hvílidag.

- Í dag er ikki hóskandi at tosa um tílíkt, sigur ítrottarstjórin, Steven de Jongh, við Jyllands-Posten.