(Mynd: Krabbameinsfelagið)

Krabbameinsfelagið bjóðar til hugnaløtu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.04.2018 - 18:43

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera
Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu. Tiltakið er ætla hesum monnum og makum teirra.

Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum monnum, sum hava ella hava havt krabbamein í prostata til eina hugnaløtu.

Hugnaløtan verður mánakvøldið 30. apríl í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum.

Ann Thomsen, sum hevur havt mann við Prostatakrabba, kemur at hava eitt upplegg um “ Hvussu makar varveita lívsgóðskuna í parlagnum, hóast prostatakrabba?"

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.

Krabbameinsfelagið