(Mynd: EPA)

Kraftmikil rakett við Tesla-bili send móti Mars

Sverri Egholm

06.02.2018 - 22:20

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Klokkan 20:45 okkara tíð skeyt SpaceX heimsins størstu rakett, Falcon Heavy, upp. Í oddinum á rakettini er ein Teslabilur.

Kósin varð sett móti Mars, og fólk kring allan heimin kundu fylgja við í beinleiðis stroyming. Sí stroymingina niðanfyri.

Arbeitt hevur verið við hesum í sjey ár, og tað var sjálvandi frøi á starvsfólkunum hjá SpaceX, tá rakkettin fór upp frá. Alt sær út til at hava gingið eftir ætlan. Sonevndu boostararnir lendu løtu seinni samstundis á Cape Canaveral, sum ætlað.

Stovnarin av SpaceX er Elon Musk, og er eisini maðurin handan Tesla-bilarnar. Hann hevur áður kunngjørt, at bilurin umborð fer at spæla sangin Space Oddity hjá David Bowie, tá hann flýgur í rundferð um Mars, skrivar Ritzau.

Falcon Heavy varð skotin upp frá Kennedy Space Center í Florida, har NASA eisini hevur sent rakettir áður. Millum annað vóru fólk send til mánan har frá fyri umleið 50 árum síðani.



beint nú