Finn Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Magn

Kravið er 140 vindmyllur afturat

Ingi Samuelsen

03.04.2018 - 14:09

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Orka

Íløgutørvurin er 6 milliardir krónur. Setast skulu upp 140 vindmyllur, svarandi til 11 lundir eins og tann í Húsahaga.

Nøkulunda so stór er avbjóðingin at leggja um orkunýtluna á landi, so at hon gerst 100 prosent grøn.

Á tíðindafundinum hjá Magn fyrrapartin, legði tekniski stjórin í felagnum, Finn Jacobsen, sum er fyrrverandi tekniskur stjóri hjá Sev, fram nøkur tøl.

Núverandi framleiðslan hjá Sev er 300 Gigawatttímar, GWh, harav helmingurin, 150 GWh, er grønur. Um føroyar skulu hitast við elriknum hitapumpum, skal framleiðslan av ravmagni tvífaldast upp á 600 GWh, sum vil siga, at núverandi grøna framleiðslan skal ferfaldast.

Tað svarar til, at 140 vindmyllur afturat skulu setast upp, ella 11 lundir í Húsahaga-stødd. Bara at finna øki til tað verður ein ovurstór avbjóðing.

Magn trýr ikki upp á, at Sev megnar hesa uppgávuna einsamalt, men heldur at kommunali felagsskapurin skal miðsavna seg um at leggja núverandi oljuframleiðsluna um til grøna framleiðslu.

Restin eiga privatar fyritøkur at taka sær av.

Magn sær seg als ikki ført fyri at nøkta henda stóra tørvin.

- Vit megna bert ein brøkpart av tørvinum. Her skulu nógv fleiri aktørar við inn í marknaðin fyri at tryggja eini stabilari grønari framleiðslu, varð sagt á tíðindafundinum í dag.

Hendrik Egholm, samtaksstjóri vísir á, at hetta als ikki eru nýggir tankar.

- Slíkt, sum vit leggja fram í dag, er heilt vanligt í londunum kring okkum. Vit skilja ikki óttan, sum nakrir politikarar hava um, at tað skal ganga út yvir veitingartrygdina at lova øðrum inn á marknaðin.

- Vit kunnu hyggja at londunum kring um okkum. Allastaðni eru fleiri veitarar av ravmagni. Tú skalt leita væl og leinki fyri at finna lond, sum framvegis hava monopol á elmarknaðinum. Sev skal sjálvandi framhaldandi vera tann stóri spælarin á marknaðin og skal standa fyri netinum og fyri veitingartrygdini, og tað verður sjálvandi nakað, sum vit sum brúkarar av netinum koma at rinda fyri, segði Hendrik Egholm á tíðindafundinum í morgun.