Russiski forsetin Vladimir Putin talar í Luzhniki stadium í Moskva 3. mars 2018. (Mynd: EPA)

Kreml: Revsitiltøkini móti Russlandi eru ólóglig



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

03.03.2018 - 21:11

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

- Kreml meinar, at revsitiltøkini mótvegis Russlandi viðvíkjandi støðuni í Ukraina, sum Washington hevur longt við einum ári afturat, eru ólóglig. Tað endurgav russiska statskringvarpið, RIA, Kreml talsmannin fyri at siga í dag. 

Forsetin í USA, Donald Trump, legði í gjár eitt skriv út á heimasíðuna hjá Hvítu húsunum, har hann segði, at revsitiltøkini mótvegis Russlandi, fyri leiklutin í ukrainsku kreppuni og fyri hertøkuna av Krim, skulu vara longri enn til 6. mars.

- Eg fari at longja undantaksstøðuna, sum varð kunngjørd í 'Executive Order 13660'.

Dmitry Peskov, talsmaður fyri Vladimir Putin forseta, segði, at Moskva hevur aldrin verið stigtakarin av hesum revsitiltøkunum, sambært RIA.

- Vit síggja tey sum ólóglig og skaðilig, ikki bara fyri fólkini í okkara tveimum londum, men fyri alla verðina. 

USA álegði revsitiltøk mótvegis Russlandi í 2014, sum miðaði eftir einstaklingum og sum álegði avmarkingar á russiska banka-, orku- og tøknigeirarnar. Hetta avmarkaði atgongd teirra til altjóða kapitalmarknaðir og samstørv við útlendskar partnarnar.