Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Krevur frídøming

Sverri Egholm

13.06.2018 - 16:40

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Óla Jákup Kristoffersen, verjin hjá 24 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri morðroynd í sonevnda øksarmálinum, krevur frídøming.

Hann vísti í rættinum seinnapartin á, at ákærin ikki hevur megnað at prógva, at talan var um eina morðroynd, og at tað annars sera sjáldan kemur fyri, at nakar verður dømdur fyri morðroynd og fyri grovan harðskap.

Verjin hjá yngra manninum, Jógvan Páll Lassen, játtar sín klient sekan í grein 245 í revsilógini, sum gevur 6 ár.

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, mælir nevningatinginum til at finna báðar teir ákærdu í málinum – ein 24 ára gamlan mann og ein 22 ára gamlan mann – sekar í morðroynd eftir grein 237 í revsilógini. Tað kann geva upp til lívstíð.