Krevur umteljing í Wisconsin, Pennsylvania og Michigan

Steinar Patursson

25.11.2016 - 19:46

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Jill Stein, amerikanskt forsetavalevni fyri tey Grønu, boðar sambært amerikanskum miðlum frá, at hon fer í næstum at krevja, at atkvøðurnar til forsetavalið í Michigan, Pennsylvania og Wisconsin skulu teljast á nýggjum.

Jill Stein hevur roynt at savna pening til endamálið, og eftir øllum at døma er nú komið á mál við innsavningini, tí í næstum verður so umbønin latin myndugleikunum.

Stein sigur, at eingi ítøkilig prógv eru um valsvik, men at óreglusemi var at síggja í tølunum.

- Vit hava onga rúkandi pistól. Hinvegin hava vit eina skipan, ið eggjar til hakking, ávirkan og myndugleikamisnýtslu, segði hon.

Universitetsprofessorar og aktivistar vilja vera við, at tað er mikið møguligt, at útlendskir teldusnýkar hava pilkað við valúrslitini, men - eins og Jill Stein hevur gjørt greitt - so eru eingi ítøkilig prógv fyri tí enn.

Fólk eru eisini ymisk á máli, um hví Jill Stein hevur biðið um umteljingina. Summi vilja vera við, at tað er rætt og slætt tí, at hon vil kanna, um Hillary Clinton átti sigurin. Onnur vilja tó vera við, at tað er eitt átak fyri at økja um áhugan fyri teimum Grønu.

Hóast Donald Trump vann fleiri valumboð, og sostatt vann valið, so fekk Hillary Clinton nógv fleiri atkvøður, um 2.1 millión fleiri.