Mynd: Independent.

Kríggj í Konservativu: 50% ynskja May frá

Hanus Samró

09.06.2017 - 06:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Uttanríkismál

Tað er nógv, ið bendir á, at dagarnir hjá Theresu May, forkvinnu í Konservativu, eru taldir aftaná vánaliga tjóðartingsvalið í Bretlandi. Hon stóð annars til at vinna valið sannførandi, men hon hevur klárað seg illa í valstríðnum, samstundis sum Jeremy Corbyn, formaður fyri Labour, hevur tikið øll á bóli.

Nú er tað okkurt, ið týðir uppá, at tað fær avleiðingar fyri Theresu May.

Sambært viðmerkja hjá BBC eru dagarnir hjá Theresu May sum forkvinna í Konservativu taldir. Viðmerkjarin hjá BBC vísti til SMS samskifti, ið hon hevði við onkran í Konservativa flokkinum. Sambært viðmerkjaranum stendur tað á gomlum nøglum. Tað er 50% fyri at hon heldur fram.

Sambært viðmerkjaranum hjá BBC verður avgerðin tikin innan 48 tímar.