V.f. Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum, Preben Hansen, verkfrøðingur, Kell E. Jensen, múrari og Rói Dahl-Jacobsen, Takplan.

Krígssavnið komið eitt fitt fet fram á leið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

24.05.2018 - 07:57

Mentan > Mentan > Søga

Fyrradagin varð fyrsta byggistig av arbeiðnum at gera gamla SOR-bygningin til Krígssavn handað.

Arbeiðið umfatar nýggj úthang og at bjálva og klæða bæði tøkini. Tað er verkfrøðingurin Preben Hansen, Tórshavn, sum hevur projekterað og havt eftirlitið. Múrarin v/Kell E. Jensen í Miðvági hevur gjørt úthangið og endurbygt upprunaliga skorsteinin og Takplan SP/F v/Róa Dahl-Jacobsen í Kaldbak hevur gjørt takarbeiðið. 

Karl Jóhan Nielsen, formaður, sigur, at hann er sera væl nøgdur við arbeiðið, ið gjørt er, og at nú verður farið víðari. Bygningurin skal bjálvast uttan, og tvær barakkir skulu nú byggjast uppí, ein vestureftir og ein eystureftir. Gólvvíddin í nýggja Krígssavninum verður tá einar 700 fermetrar í mun til teir umleið 100, sum savnið hevur at ráða yvir í dag. 

Farið verður nú eisini undir at útvega fígging. Nakað av sjálvbodnum arbeiði er gjørt og verður eisini at gera í komandi verkætlan. Í hesum sambandi er sera umráðandi at felagið Krígssavnið fær fleiri limir, og at staðbundni áhugin fyri savninum verður dyggur. 

Ein sera spennandi verkætlan fyri Vágar og landið alt.