Kring Føroyar: Tað er ein lítil vón enn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

01.08.2013 - 19:00

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

- Um tíggju súkklarar ringja og melda til nú heilt skjótt, so eri eg klárur at taka eina nýggja støðu, tí alt er klárt. Kanska tað verður ikki sligið so stórt upp, sum upprunaliga ætlað, men tað ber væl til at hava kappingina í ár, sjálvt um tíðarfreistin er farin.


Tað sigur Gunnar Dahl-Olsen, sum er fyriskipari av Kring Føroyar súkklukappingini.

Tá tíðarfreistin var farin høvdu bara átta súkklarar meldað til, og tað er ov lítið. Málið hjá fyrireikarunum var fimtan, og tí gjørdi Gunnar Dahl-Olsen av, at avlýsa kappingina, Kring Føroyar kappingin var á fyrsta sinni hildin í 1996, men hon var ikki almenn, og tí hevði kappingin í ár verið tann 17. í røðini. Um hon altso verður.

Sum støðan er í løtuni er kappingin avlýst, men eru fleiri, sum kortini vilja vera við í kappingini, sum okkurt árið hevur havt 50 luttakarar, er ikki óhugsandi, at hon verður kortini. Tá samrøðan byrjar, er hann øgiliga avgjørdur um, at kappingin er avlýst, men hann blotnar sum frálíður og kemur so til ta niðurstøðu, at um nóg nógv tekna seg skjótt, so er ikki óhugsandi, at hon verður kortini. Hví hetta skifti?`

- Tá eg avlýsti var tað tí eg vildi senda teimum eitt signal um, at tíðarfreistirnar eru til at halda. Eg veit, at fleiri hava hug at vera við, men hava bara ikki meldað til, og sjálvt um tað er eitt ógvusligt stig at taka, so haldi eg kortini at tað var rætt í hesum føri, sigur Gunnar Dahl-Olsen.

Hvat hevur so fingið teg at ivast?

- Tað er ómetaliga harmiligt, um kappingin ikki verður í ár. Hon hevur verið hvørt ár síðan 1997 nú, og henda kappingin er øgiliga spennandi og avbjóðandi. Og so havi eg eisini øgiliga ringt við at siga nei, um fólk venda sær til mín, tí hetta liggur mínum hjarta nær, sigur Gunnar Dahl-Olsen.

Tað eru bara fáir dagar síðan súkklararnir fingu so frálík úrslit á Oyggjaleikunum á Bermuda. Tí kann tað virka løgið, at tað ikki ber til at halda hesa kappingina í Føroyum, tí undir vanligum umstøðum áttu góðu úrslitini at hála fleiri til. Hvat er tað sum hendir í føroyska súkkluheiminum?

- Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til tað. Vit hava brúkt øgiliga nógva orku uppá oyggjaleikirnar, og tað sæst aftur í tiltøkunum, sum hava verið her heima í ár. Millum annað hevur eingin barnasúkklukapping verið í ár, og vit hava heldur ikki súkklað á stevnunum, sum vit annars plaga. Tað er harmiligt, men tað eru nakrar orsøkir til tað. Nú høvdu vit vónað at kunna fáa eina stóra og spennandi Kring Føroyar kapping upp á beinini, men so hendir hetta. Tað er øgiliga harmiligt, sigur Gunnar Dahl-Olsen.

Hann leggur tó afturat, at enn eru ikki allar dyr stongdar.

- Vit hava sponsorar og alt tað rundan um kappingina uppá pláss, og tí ber til at fara í gongd til ásettu tíð, sjálvt um tíðin er farin at melda til. So hendir tað, at nógvir súkklarar melda til nú innanfyri stutta tíð, so kann kappingin kortini vera, sigur hann.

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag, www.tsf.fo.