Liljan Weihe

Kringvarpið fær ikki loyvi at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara

Ari av Rana

16.01.2018 - 10:48

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Meðan kæran hjá Liljan Weihe verður viðgjørd, fær kringvarpið ikki loyvi at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara. Kæran skal verða avgreidd fyrst.

Hetta er avgerðin hjá Mentamálaráðnum, nú Sigmund poulsen, sakførari hjá Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðara í Kringvarpinum, sendi umbøn til Mentamálaráðið um, at kæran fekk steðgandi virkna. Tað segði Kringvarpið í tíðindinum kl. 10.

Í síni grundgeving fyri avgerðini sigur Mentamálaráðið, at av tí at Liljan Weihe kærdi avgerðina so skjótt eftir uppsøgnina, meðan Kringvarpið ikki hevur søkt nýggjan tíðindaleiðara, og hevur ein virkandi tíðindaleiðara, metir Mentamálaráðið ikki, at áhugin hjá Kringvarpinum í at lýsa eftir ella seta ein tíðindaleiðara sum skjótast í hesum ítøkiliga føri eigur at viga tyngri, enn áhugin hjá kæranum í ikki at vera fyri einum møguligum rættartapi, skrivar Kringvarpið á heimasíðu síni.



beint nú