Mynd: HSF.fo

Kringvarpið vísir HM-undankappingardystirnar

Agnar Frederiksen

11.01.2018 - 09:16

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Seinnapartin skulu føroysku mennirnir í eldin í HM-undankappingini í Italia. Fyrsti dystur er ímóti Ukraina, og hann byrjar kl.15.20 føroyska tíð.

Dysturin í dag kann síggjast í sjónvarpinum hjá KVF, og tað kunnu hinir báðir dystirnir hjá Føroyum eisini. 

Kringvarpið boðar frá, at sent verður á hendan hátt: 

Hósdagin kl.15.20Føroyar-Ukraina
Fríggjadaginkl.15.20Føroyar-Rumenia
Leygardaginkl.19.35Føroyar-Italia

Dystirnir kunnu eisini síggjast á heimasíðuni www.kvf.fo

Tað ber eisini til at lurta, tí Rás 2 er á staðnum í Bolzano, og fer at hava beinleiðis frásøgn frá dystunum hjá føroysku monnunum.