Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, her í studio hjá R7 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Kringvarpsstjórin einki grundarlag fyri uppsøgn

Ari av Rana

04.12.2017 - 13:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Sigmundur Poulsen, sakførari hjá Liljan Weihe, sigur at einki grundarlag er fyri uppsøgnini, sum Liljan hevur fingið frá Johhny í Grótinum, kringvarpsstjóra.

Sigmundur Poulsen sigur við in.fo í dag, at grundarlagið í uppsøgnini er, at Liljan Weihe hevur sagt við Kringsvarpsstýrið, at Johnny í Grótinum hevur gjørt avtalu við Eyðun Mørkøre um at koma í sjónvarpsstovuna, hóast hon væl veit, at hetta ikki passar.

Men sambært Sigmund Poulsen finst teldupostur, sum prógvar kæruni, og tí mótprógvar grundarlagnum í uppsøgnini.

Liljan Weihe og Sigmundur Poulsen fara tí at krevja, at Liljan sleppur til arbeiðis aftur sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum.