Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri (Mynd: Sverri Egholm)

Kringvarpsstýrið fult álit á stjóranum

Sverri Egholm

29.11.2017 - 22:38

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum í síðstu viku, var stór greinarøð um viðurskifti í Kringvarpinum. Málið snúði seg um, at klagur um nýggja stjóran, Johnny í Grótinum, vóru sendar kringvarpsstýrinum. Klagur - ella kunnandi skriv - frá starvsfólki í Kringvarpinum, sum hildu, at stjórin blandaði seg ov nógv uppí redaktionella arbeiðið.

Seinastu dagarnar hava Rúni Heinsen, formaður í stýrinum, Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum, og Ivan Hentze Niclasen, redaktørur í Kringvarpinum, kjakast alment í lesarabrøvum.

Men í kvøld er fáorðað tíðindaskriv komið frá kringvarpsstýrinum um málið, sum er blivið rættiliga fløkt eftir øll lesarabrøvini aftur og fram. Stýrið sigur seg hava fult álit á kringvarpsstjóranum.

- Eftir at VikuskiftisSosialurin hevur varpað ljós á, at starvsfólk hevur kunnað stýrisformannin um millum annað gegnið hjá stjóranum, og at hann skal hava lagt seg út í redaktionella arbeiðið, hevur stýrið á fundi í dag viðgjørt málið.

- Stjórin er spurdur nærri um ymsu atfinningarnar. Frágreiðingin frá stjóranum er tikin til eftirtektar, og stýrið hevur framhaldandi fult álit á stjóranum.

- Hereftir verður tað stjórin, sum úttalar seg vegna kringvarpið í hesum málinum, stendur í tíðindaskrivinum.

Lesarabrøvini síggjast her