(Mynd: Landsverk)

Kringvarpsstýrið viðger støðuna í kvøld

Sverri Egholm

13.06.2018 - 22:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Klokkan 21 í kvøld byrjaði fundur í Kringvarpsstýrinum. Nú skulu teldupostar, sum Johnny í Grótinum skal hava sent VP, og sum Sosialurin hevur fingið hendur á, viðgerast.

Tað var mánadagin, at Sosialurin fyrstu ferð skrivaði um málið. Teldupostarnir snúðu seg um rættingar ella uppskot um tíðindastubbar á VP um uppsøgnina av Liljuni Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðara. Sambært kringvarpsstjóranum hava VP og hann eisini samskift umvegis Facebook Messenger og fartelefon, so hesir einstøku teldupostarnir siga ikki alt.

In.fo skrivar í kvøld, at tíðindadeildin í felag hevur sent eina klagu um Johnny í Grótinum, har tey taka frástøðu frá skrivingini hjá stjóranum.

Hvat kringvarpsstýrið kemur fram til má tíðin vísa.



beint nú