Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Kringvarpsstjóri í 287 dagar

Sverri Egholm

15.06.2018 - 06:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Tann 1. september í fjør tók hann við sum stjóri, og eftir einari rúgvu av stríðsmálum í stovninum, upplýsti Kringvarpsstýrið í gjárkvøldið at avtala var gjørd við Johnny í Grótinum, at hann fór úr starvinum sum stjóri.

Sostatt slapp hann at sita sum stjóri í 287 dagar.

Tað síðsta vóru tveir teldupostar, sum Johnny í Grótinum hevur sent VP. Tveir teldupostar við uppskotum ella tillagingum til greinar. Sosialurin, sum eisini fyrst fekk hendur á teldupostunum, hevur skrivað nógv um málið hesa vikuna, og í kvøld gjørdist avgerðin so almenn.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av uppsøgnini av Liljuni Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðara í Kringvarpinum. Greinstubbarnir, sum Johnny skal hava sent VP, snúgva seg um uppsagnarmálið av Liljuni Weihe. Mentamálaráðið staðfesti, at tað var ov víðgongt at senda Liljuna til hús, og at hon heldur skuldi fingið eina ávaring.

Liljan Weihe varð fyri stuttum sett aftur sum starvsfólk í Kringvarpinum. Setanarøkið har hon millum annað hevur leiklut er sum faklig stuðulsfunktión hjá stjóranum.

Fyribilsstjóri settur
Til nýggjur stjóri er settur, verður tað Kári Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, sum røkir stjórastarvið.

Les eisini: Johnny fekk knívar í ryggin áðrenn hann veruliga var byrjaður