Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kris Kristofferson ákærdur fyri at smugla rúsevni til Føroya



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.08.2017 - 17:12

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

81 ára gamli kontrisangarin Kris Kristofferson er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya, tá hann kom til landið í august í fjør.

Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.

Væl dámdi Kris Kristofferson, sum aftur var her á oyggjunum í summar, har hann spældi á G! festivalinum, varð handtikin á flogvøllinum, tá hann kom til Føroya í fjør. Hann spældi eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september.

Útvarpið veit enn ikki at siga hvørji rúsevni talan var um.

Rættarfundur verður mánadagin.