Upptøka frá fríggjadegnum

Krista aftur í hylin seinnapartin

Sverri Egholm

13.09.2016 - 06:50

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Krista Mørkøre, sum er einasti føroyski paralympiski íðkarin í Rio í ár, skal aftur í eldin seinni í dag.

Tað er klokkan 14:37, at innleiðandi riðlarnir í 100 metrar frí, har Krista luttekur, byrja.

Fríggjadagin royndi hon seg fyri fyrstu ferð (video omanfyri). Tað var í 50 metrar frí og gekk sum kunnugt ikki so væl. Hon endaði á aftasta plássi.

Svimjikappingin verður stroymað og leinkja verður at finna her á Portalinum nakað áðrenn hon fer í hylin.