Video: Krista nú liðug at kappast í Rio

Ingi Samuelsen

15.09.2016 - 14:34

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Heldur ikki í triðju royndini í olympiska hylinum eydnaðist tað Kristu Mørkøre úr Klaksvík at svimja upp til sítt allarbesta undir paralympisku leikunum.

Krista svam innleiðandi í 400 metra frísvimjing fyri løtu síðani, og svam teinin í tíðini 5 minuttir og 18,50 sekund. Hon var meldað til kappingina í tíðini 5:17,07. Hetta var tann seinasta tilmeldingartíðin av øllum, so tað var ikki óvæntað, at føroyski luttakarin kom seinast á mál í sínum riðli.

Hetta var seinasta kappingin hjá 18 ára gomlu Kristu Mørkøre á paralympisku leikunum á hesum sinni.