Video: Krista svam 100 metrar í 1:12,34

Ingi Samuelsen

13.09.2016 - 14:48

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Heldur ikki í 100 metra kappingini eydnaðist tað einasta føroyska luttakaranum á Paralympisku leikunum at gera seg galdandi.

Krista Mørkøre hevur júst svomið fyrsta riðil í innleiðandi kappingunum í 100 metra frí. Krista kom á mál sum nummar seks í sínum riðili við tíðini 1:12,34, sum er nakað væl seinni enn tíðin, hon var tilmeldað við, nevniliga 1:08,49.

Tað verður sostatt ikki talan um víðari luttøku fyri hennara viðkomandi.

Nú er bert kappingin á 400 metrum eftir. Innleiðandi riðlarnir í hesi kappingini vera hósdagin.