Krista svam seg til EM



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

05.03.2018 - 10:23

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Krista Mørkøre, luttók um vikuskifti í World Para Swimming World Series, sum er stór altjóða svimjikapping. Kappingin varð hildin í Keypmannahavn.

Krista megnaði at svimja undir kravtíðirnar til Evropameistarakappingina á langgeil í ikki færri enn fýra greinum. EM verður hildið í Dublin komandi summar.

Umframt at svimja undir EM kravtíðirnar, endaði Krista m.a. á einum fyrsta plássi og einum næsta plássi.

Krista luttók í sjey kappingum, har hon í sínum bólki (S10), rakk hesum úrslitum:

· 100 frí - 7 pláss

· 50 firvald - 1 pláss

· 100 bringa - 4 pláss

· 400 frí - 4 pláss

· 50 frí - 7 pláss

· 50 bringa - 2 pláss

· 200 frí - 5 pláss.