Kristel Lisberg luttók í danska X Factor í 2012 (Mynd: Bjarne Bergius Hermansen, DR)

Kristel hevði ikki farið í X Factor aftur

Steinar Patursson

16.01.2016 - 10:02

Mentan > Mentan > Tónleikur

Kristel Lisberg, ið er ein teirra, ið skal kappast um heiðurin at umboða Danmark í Grand Prix, sigur í samrøðu við DR, at hon hevði ikki funnið upp á at stilla upp aftur til X Factor.

Kristel royndi seg í X Factor í 2012, tá hon megnaði at koma í Bootcamp partin av programminum, men mátti síðani fara heim.

- Tað var ein once in a lifetme uppliving. Eg var nokk so grøn tá, og visti ikki heilt, hvat tað var, ið eg gekk inn til, sigur Kristel.

- Tað var ein góð uppliving, men eg havi funnið útav, at eg eri ikki gjørd til at standa á X Factor pallinum. Eg skal út við mínum tónleiki á annan hátt, sigur Kristel Lisberg við DR.

Kristel Lisberg roynir seg sum kunnugt í Grand Prix við sanginum Who Needs a Heart, ið kann hoyrast her.

Les eisini: Yvirlit: Kristel ikki fyrsti føroyingurin í danska Melodi Grand Prix

Les eisini: Veddingarfyritøkur: Kristel vinnur ikki grandprixið