Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kristin í Fólkaflokkin: Floksleiðslan kennir einki til hetta

Sverri Egholm

20.03.2018 - 20:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Samgongan er í løtuni í tungum sjógvi, og leysasøgur hava gingið um, at javnaðartingmaðurin Kristin Michelsen skal vera á veg upp í Fólkaflokkin.

Men tað er einki hald í søguni. Sum skilst kennir floksleiðslan í Fólkaflokkinum einki til hetta.

Í samgonguni er stór ónøgd um Kristin Michelsen, sum hevur boðað løgmanni frá, at hann tekur støðu frá máli til mál heldur enn at atkvøða við samgonguni.

Samgongufundur var í Tinganesi í dag, og Kristin Michelsen luttók ikki á hesum fundinum.

Les eisini: - Tá er líka frætt at tað verður nýval