Kristin Michelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kristin Michelsen hevur tikið seg úr samgonguni

Ari av Rana

12.01.2018 - 14:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri hevur í dag boðað løgmanni frá, at hann tekur seg úr samgonguni, og fer framyvir at taka støði frá máli til mál í Løgtinginum.

Kristin Michelsen metir seg ikki verða bundnan at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyra býráð ikki vilja samstarva við seg, veit R7 at siga.

Les skrivið frá Kristini Michelsen til løgmann her.