Kristin Michelsen (Mynd: Sverri Egholm)

Kristin Michelsen skal hava loyvi frá býráðnum

Ari av Rana

16.01.2018 - 17:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sagt, at verða hann biðin um at velja ímillum borgarstjórasessin og løgtingssessin, so letur hann løgtingssessin standa tóman. 

Kristin Michelsen vil ikki siga nakran sess frá sær, og tí fer hann ikki at møta til løgtingsfundirnar, verður kravt av honum, at hann skal velja.

Men so einfalt er tað ikki sambært lógini á kommunala økinum. 

Hilmar Høgenni, deildarstjóri á kommunala eftirlitninum, sigur við Kringvarpið, at um ein borgarstjóri, sum situr í løgtinginum, ikki fær frávik frá býráðnum til at røkja báðar sessirnar, so skal hann siga annan sessin frá sær.