Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kristin var ikki við á samgongufundi

Ari av Rana

20.03.2018 - 14:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Samgongufundur varð í dag kallaður inn í skundi, men allir samgongulimirnir vóru ikki við á fundinum, sum varð hildin úti á Tinganes á middegi.

Úr løgtinginum frættist, at samgongulimurin, sum allarhelst var høvuðspersónur á fundinum, Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, ikki var við á fundinum.

Stór ónøgd er í samgonguni um at Kristin Michelsen hevur boðað løgmanni frá, at hann atkvøður mál fyri mál heldur enn saman við samgonguni, og sum skilst gjørdist ov nógv hjá summum, at Kristin Michelsen í gjár legði fram uppskot saman við andstøðuni um eykajáttan til Blákross og Frælsið.

Samgongulimirnir eru komnir aftur í løgtingið.