Kristina Bærendsen spælir á Vágsbøi klokkan 16

Tíðindaskriv

12.08.2017 - 12:09

Tíðindi > Tónleikur > Festivalar

Kristina Bærendsen hevði eina øðrvísi uppliving á Summar Festivalinum fyri einum ári síðani. Konsertin hjá henni á stóra palli varð steðgað, tí tað regnaði so illa inn á pallin, at tøknin toldi tað ikki og vandi var fyri skammlopi.

Í dag skal Kristina aftur á sama pall, og hesaferð verður upplivingin ein onnur, tí sólin skínur oman og niðan í Klaksvík í dag.

– Eg vóni, at tað fer at lukkast betur í ár, tí eg havi sligið tað stórt upp í ár, sigur Kristina Bærendsen, sum hevur stóran bólk við sær á pallin.

Hon sigur, at hon veit ikki rættiliga, hvaðani hennara tætta samband til countrytónleik kemur.

- Kanska er tað bara inni í merginum, sigur hon.

Kristina Bærendsen spælir á Vágsbøi í dag kl. 16:00.