Kristina Háfoss: - Ikki fyrr enn Hvalbiartunnilin er liðugur

Sverri Egholm

19.02.2018 - 18:46

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tunlarnir norð um fjall verða ikki gjørdir fyrr enn Hvalbiartunnilin er liðugur. Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum við útvarpið í kvøld.

- Tað er longu um trý ár, í 2021. Og tað skal vera mín vón at fólk síggja, at tað ikki ber til at seta so nógvar tunnilsverktlanir í gongd samstundis men, at vit mugu bíða til Hvalbiartunnilin er liðugur.

Í farnu viku var uppskot um tunlar norð um fjall til viðgerðar í løgtinginum. Tað eru andstøðutingfólk, sum hava lagt uppskotið fyri tingið, men fleiri í samgonguni taka partvís undir við, at framskunda verkætlanina.

- Um eg ikki skal taka undir við einari rættiliga alternativari loysn, sum eg haldi hetta er, so skal samgongan prógva sítt dirvi, og koma við einari ætlan, har øll rinda, segði Óluva Klettskarð í Tjóðveldi, á tingsins røðarapalli.

Eisini Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum var heitur fyri at framskunda verkætlanina. Men tað ber ikki til, sigur landsstýriskvinnan.

- Vit hava eina íløguætlan og ein íløgukarm at halda okkum til. Tað ber ikki til at fara í gongd við so nógvar tunlar í senn. Vit eru í gongd við Eysturoyar- og Sandoyartunlar og fara í gongd við Hvalbiartunnilin, og eftir tað fara vit í gongd við tunlarnar norð um fjall, segði Kristina Háfoss við útvarpið.

Soleiðis sum íløgukarmarnir síggja út nú, byrjar arbeiðið uppá tunlarnar norð um fjall í 2021.

Les eisini: Flest óhapp í Árnafjarðartunlinum

Les eisini: Óluva Klettskarð: - Um eg ikki skal samtykkja hetta skal samgongan prógva sítt dirvi