Bergur Rønne Moberg

Kristindómurin gav Williami Heinesen stóran íblástur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.10.2017 - 12:29

Tíðindi > List > Bókmentir

Í annaðkvøld – hóskvøldið – verður Miðviða í Hoyvíkar kirkju um William Heinesen, kristindóm, evropeiska heimspeki og skaldskap. Tað er Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, sum fer at greiða frá hesum áhugaverda evni.

- Hóast vit hava hoyrt nógv um, at William Heinesen kritiserar trúarsamkomur, so er tað einki sum hevur givið honum meira íblástur enn kristindómurin, sigur Bergur Rønne Moberg, ið júst er settur sum lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini.

Við myndum og tekstdømum fer Bergur á ein lættan hátt at fortelja ævisøgu Williams við atliti til kristindóm, heimspeki og poesi.

Aftaná fyrilesturin verður kaffi og tá hava fólk høvi at spyrja og koma við viðmerkingum.

Tíðindaskriv frá Hoyvíkar kirkju