(Mynd: KVF)

- Kristindómurin myndar okkara samfeløg í nøkur ár afturat

Sverri Egholm

19.04.2018 - 21:19

Tíðindi > Trúarlív

Í seks pørtum í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum hevur verið víst í Kringvarpinum, hevur Heini í Skorini varpað ljós á útvaldar tættir ella evni, sum mynda føroyskt trúarlív.

Hann greiddi síðst í sendingini frá, at fyri 50-60 árum síðani mettu fleiri religiónsgranskarar at modernitetur, upplýsing og vísindaligur framburður fóru at máa støðið undan religión í vesturheiminum. Hetta hendir nógv staðni, men ikki allastaðni.

- So leingi sum vit menniskju ikki hava svar uppá lívsins stóru spurningar, so fer átrúnaður allarhelst at hava ein leiklut og eina funktión, bæði sum persónlig trúgv og sum kollektiv, mentanarlig siðvenja.

- Søgan hjá mannaættini er umleið 150.000 ára gomul, men kristindómurin er bara 2000 ár og sostatt eitt spildurnýtt fyribrigdi í søguni hjá mannaættini. Tí er ikki ósannlíkt at kristindómurin framhaldandi fer at mynda okkara samfeløg - í øllum førum eina løtu afturat.

Síggj sendingina her