Nikola Kalinic

Kroatia blakar áleypara heim

Ari av Rana

18.06.2018 - 17:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nikola Kalinic, sum til dagligt spælir við AC Milan, er sendur heim frá HM. Tá Kroatia spældi móti Nigeria bað venjarin hjá Kroatia, Zlatko Dalic, Nikola Kalinic um at fara at hita upp. Men tá hann skuldi á vøllin vildi hann ikki.

- Hann segði, at hann ikki var klárur, tí at hann føldi trupulleikar við rygginum, sigur Dalic.

Hetta var tó nokk til at senda leikaran heim aftur. Dalic sigur, at hann hevur brúk fyri leikarum, sum eru frískir, og tí er ikki pláss fyri Kalinic, skrivar TV2.

Kroatia vann dystin móti Nigeria 2-0. Næsti dystur hjá landsliðinum er móti Argentina 21. juni.