Ragnar Sigurðson Joensen (Privatmynd)

KT-serfrøðingur: Álopini fara at halda fram

Sverri Egholm

28.07.2015 - 09:04

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Álopini á føroyska netið halda fram, tað týðiligt eftir at Vodafone í gjárkvøldið kunngjørdi, at teirra net eisini bleiv álopið.

Partar av fríggjakvøldinum og leygarkvøldinum eydnaðist tað teldusnillingum at tyngja servararnar hjá Portalinum so mikið nógv, at portal.fo hoknaði undan. Tá fólk royndu at koma á Portalin vóru tey møtt við feilboðum. Talan var um eitt sokallað DDoS álop.

Arbeitt varð hart uppá trupulleikan og seinni leygardagin varð trygdarskipanin sett til, sum brynjar Portalin at taka ímóti slíkum álopum.

Tað er ikki bara Portalurin sum verður álopin. Tíðindasíður sum vp.fo hava eisini verið undir hørðum trýsti og síðan er eisini hoknað undan trýstinum fleiri ferðir. Í gjárkvøldið boðaði in.fo frá, at teirra heimasíða eisini var álopin av hesum sokallaða DDoS álopinum.

Aðrar smærri føroyskar heimasíður eru eisini álopnar, men tað er í ein minni mun.

Í gjár skrivaði Portalurin at ein bólkur, sum kallaði seg Anonymous tók ábyrgdina av álopunum. Tað gjørdi bólkurin í einum video, sum var lagt út á Youtube brúkaran "Operation Seaworld”.

Niklái Nysted, stjóri á Knassum sum eigur og rekur Portalin metir ikki, at hetta er Anonymous, sum vit vanliga hoyra um.

- Eg rokni við at hetta er ein bólkur fyri seg, sum bara brúkar sama heitið. Anonymous seta seg vanliga betri inn í mál, áðrenn teir leggja seg uppí, segði Niklái við Portalin í gjár.

Álopini halda fram
Men vit skulu vænta at hesi álopini halda fram, í øllum førum í eina tíð afturat. Tað sigur Ragnar Joensen, KT-serfrøðingur hjá fyritøkuni Synack.

- Tað er torført at siga hvussu leingi tað heldur á fram, men vit skulu fyrireika okkum uppá, at hetta kann halda á fram. Tað eru dømir um at síður verða álopnar í fleiri vikur í senn, sigur Ragnar, sum nógvar royndir hevur við tílíkum álopum frá fyrrverrandi arbeiðið sínum hjá amerikonsku trygdarfyritøkuni Black Lotus.

Álopini á føroysku síðurnar hava verið sokallaði Layer7 álop, sum eru gjørd til at ovtyngja ambætararnar hjá heimasíðuni.

- Heilt ítøkiliga verða álopini gjørd umvegis aðrar heimasíður. Í hesum førum heimasíður sum koyra umvegis Wordpress. Tær senda eina rúgvu av fyrispurningum til heimasíðuna sum verður álopin og gera at ambætararnir ikki klár at fylgja við, sigur Ragnar Joensen og leggur afturat:

- Hetta eru ikki óvanlig álop og tey eru heldur ikki serliga avanseraði.

Spurdur um hetta eru professionell fólk sum eru aftanfyri svarar hann, at tað er ilt at siga. Tað er lætt at fáa hendur á tílíkum amboðum eins tað er lætt at keypa sær atgongd til robottar sum kunnu gera tílík álop.

- Tað sær út til at teir royna at leypa á føroyskar tíðindasíður. Álopið á Vodafone í dag er tað einasta undantakið sum eg havi sæð higartil. Hetta er kanska tann parturin sum eg eri mest bangin um.

Tá teir leypa á føroyskar internet veitarar, tosa vit um eitt annað slag av álopum. Tá er talan um eitt sokallað Layer4 álop.

- Eitt Layer4 álop fer eftir tøkari mongd av bandbreidd hjá internetveitaranum og tyngir um internetið hjá hinum brúkarunum hjá veitarnum, greiður hann frá.

- Álopini kunnu skjótt blíva so stór at tey tyngja okkara samband við útheimin. Vit skulu fyrireika okkum uppá tað ringasta, sigur Ragnar Joensen at enda.

Leggjast kann afturat at føroysku síðurnar framvegis eru undir hørðum trýsti, men trygdarskipanir gera, at tær flestu klára at standa ímóti.

Les eisini: Anonymous leggur seg uppí grindadrápið: Løgdu Portalin niður eina løtu

Les eisini: Álop órógva netferðsluna hjá Vodafone