Kult-orkestur úr Suðri gevur fløgu út



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

28.04.2015 - 08:56

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur verður av mongum mett at vera ”kult” í Føroyum. Nú verður møguleiki at ogna sær sónleikinum hjá hesum sermerkta suðuroyarorkestri.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hevur just útgivið fløguna "If the Ocean was Wine". Á fløguni eru átta løg, har umleið helvtin er egin løg, sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country-blues til nýggjari urban-blues, boðar bólkurin frá í tíðindaskrivi.

Fløgan er tikin upp í Studio Bloch. Jón McBirnie, Theodor Kapnas og Jónas Bloch Danielsen hava producerað, redigerað og mixað. Tony - Facination Street Studios hevur mastrað.

Áður hevur Froðbiar Sóknar Bluesorkestur m.a. spælt á Vetrarjazzur, Bluesperluni, Country & Blues festivalinum og á Jóansøkufestivalinum.

Teir, sum manna bólkin eru: Kristian Holbæk vokal og munnhørpu, Dávið Jacobsen guitar, Páll Holm Lave guitar og slide, Vilhelm Meyer bass, Dennis Lave trummur, Jóhan Petur Andreasen hammond og Pætur Dam keyboard. Á tí eina sanginum - "Rain in My Soul" – spælir 14 ára gamli Óli Holbæk Mortensen gittar og Jón McBirnie bass.

Í hesum sambandi er útgávudagur í Tutl seinnapartin tórsdagin.