Arni Klein Abrahamsen (Skíggjamynd: Kvf.fo)

- Kundi ikki koma út sum samkyndur, skuldi eg vera partur av umhvørvinum

Sverri Egholm

15.02.2018 - 13:51

Tíðindi > Trúarlív

- Eg kundi ikki koma út sum samkyndur, um eg skuldi vera partur av hasum umhvørvinum. Tað var ikki nakað, nakar hevði fortalt mær tað, men tað var soleiðis eg upplivdi støðuna, greiðir Arni Klein Abrahamsen frá í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar hjá Kringvarpinum.

Arni Klein Abrahamsen var ungdómsleiðari í Kelduni, til hann valdi at koma út sum samkyndur.

- Eg visti væl frá fyrsta degi, at tann partin av mær mátti eg krógva. Eg var ikki komin út úr skápinum áðrenn, og tann partin kundi eg ikki praktisera.

- Tað klárar man í nøkur ár, men eftirhondini kláraði eg ikki longur at krógva tær kenslurnar, sigur Arni Klein Abrahamsen í stutta brotinum, sum Kringvarpið hevur lagt á netið.

Fyrsti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld kl. 19.20 í sjónvarpinum.

Síggj brotið her