Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Ráðgevaraparturin hjá NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir í stórum um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingini í lógini um vinnuligan fiskiskap.
- Línuskipini hava árini 2010 til 2013 í meðal havt undirskot, meðan úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og generelt hægri miðalprísur. Fíggjarinntøkurnar stava frá, at onkur línuskip hava fingið eftirgivið skuld, skrivar Numo í tíðindaskrivi í dag.
Víðari verður sagt, at tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2014, og okkurt av línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl. Fyrstu 9 mánaðirnir í 2015 hevur avreiðingarvirðið roynst heldur frægari enn sama tíðarskeið í 2014.
Línuskipini eru undir fiskidagaskipanini, og flestu hava íslandskvotu umframt møguleika at fiska við Flemish Cap og Grønland.
Hesin parturin av flotanum hevur nógv fólk í arbeiði, og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi, og hevur potentiali fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku.
- Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum. Hetta hevði eisini – sum víst á omanfyri – havt stóran týdning fyri víðari virkingina av fiski á landi, skrivar Numo í tíðindaskrivi.